- Eldsálirnar eru nógvar í Føroyum. Tey eru øll gullverd og hava øll uppiborið at verða heiðrað.
Tað sigur Rói Poulsen, formaður í Føroya Ungdómsráð.
Tvær av ársins eldsálum vitjaðu í morgunsendingini í morgun saman við Føroya Ungdómsráð.
Tað, sum millum annað gevur sjálvbodnum áræði at halda fram, er at tey síggja, at tað tey gera, munar.
Tað siga ársins eldsálir, Áslakkur Heinesen og Alisa Hammer.
Hoyr tey greiða frá.