Stendur tú og manglar eina gularót. Ella eitt egg. Ella okkurt súltutoy.
So kanst tú sjálvandi fara í handilin og keypa vøruna.
Tú kanst eisini keypa føroyskt, og fara inn á matkovin.fo og leita eftir tí, tú skalt hava. Trýst til dømis egg, og kanska eisini økið, har tú býrt, so kann vera, at ein høsnabóndi poppar upp.
Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen, fólkalívsfrøðingur, hevur tikið stig til heimasíðuna, tí hon kundi síggja, at har var tørvur á einum millumliði millum matframleiðaran og kundan í Føroyum.