- Tær eru ikki allar plátur, sum yvirlivdu ballini í 80 inum. Alt lívið fær sínar skøvur. Nú skriva vit 2020. Vit sleppa ikki undan einum afturhvarvi.
Soleiðis verður skrivað á hópfíggingarportalinum, nú Frændur ætla at geva allar sínar studioútgávur út á vinyli.
Morgunsendingin skiftir orð við tveir av upprunalimunum, Steintór Rasmussen og Rana Nolsøe, um tíðina við Føroya kanska fólkakærasta bólki.
Meira kann lesast um hópfíggingarverkætlanina á hesum leinki.