Alt byrjaði í einum morgunballi í 2012, sigur Mike.
Tá hoyrdi hann fyrstu ferð sangin, Summarið við tær, sum kom út á plátu hjá MC Restorff í 1994.
MC skrivaði orðini, Regin Guttesen lagið, og hann sang eisini sangin upprunaliga.
- Eg fall pladask fyri sanginum beinanveg og tók hann til mín, sigur Mike.
Hann leggur aftrat, at hann er vaksin upp í 90unum, og tær mongu stóru balladurnar, sum vóru frammi tá, hava ávirkað tónleikaliga.
Ein kensluborin video er gjørd í sambandi við nýggja sangin.