Tað var á eini konsertferð í Horsens, at kórið Glymur hoyrdi eitt týskt kór syngja Jetzt ist Summer.
Kórleiðarin, Hans Olivur Joensen, fall fyri sanginum alt fyri eitt.
Hann gjørdi av at umseta sangin, við góðari hjálp frá Google Translate.
Hetta er ein sangur, sum snýr seg um, at vit skulu fáa tað besta burtur úr summarinum, líkamikið hvussu veðrið annars er, sigur kórleiðarin.
Umframt at kórið hevur sungið sangin í studio, er eisini ein korona-video gjørd.
Fólk hava vant hvør sær og í lítlum bólkum. Korona-tilmælini vórðu gingin á møti.