Tað var leygarkvøldið, at rakettin SpaceX, Falcon 9 var send upp úr Kennedy Space Center í Florida í USA.
Summi halda, at ov nógv hevur verið gjørt burtur úr hesi hendingini í miðlunum, men tí er Johan Mortensen, íverkseti, ikki samdur í.
Hetta er framtíðin, potentialið er risastórt, og Føroyar eiga at vera partur av hesum.
Í Unst í Hetlandi er ein rúmdarmiðstøð gjørd.
Har fara tey at senda rakettir við fylgisveinum upp. Hvør sending kostar áleið 70 milliónir krónur.
Vit kundu saktans havt eina tílíka støð í Føroyum, heldur Johan Mortensen.