- Nógv, ið vit gera er listarligt. Hetta er eitt kreativt fak.
Tað sigur Ásla Breyt Danielsen, hárfríðkari.
Ásla hevur gjørt eina spurnarkanning á sosiala miðlinum, Instagram, har hon millum annað spurdi fólk, hvat tey halda um kostaðin at gera hár. Út við túsund persónar tóku lut og 70 prosent svaraðu, at tey hildu tað vera ov dýrt at fara til hárfríðkara.
Hárfríðkanarkvinnan greiðir frá, at endamálið var at lodda dýpið og fáa varpað ljós á starvið og fakið.
Hoyr Áslu Breyt Danielsen greiða frá.