Morgunsendingin skiftir orð við Beintu M. Petersen, forkvinnu og Gvøðbjørg West, ið er dagligur leiðari í Kris.
Tær fyrireika seg til at taka ímóti nógvum áheitanum, nú samfelagið letur upp aftur.
Landsinnsavningin hja Kris skuldi vera 28. mars.
Hon var av ongum, men sjálvbodni felagsskapurin, sum gevur fólki, ið eru kynsliga misnýtt, vegleiðing og hjálp, hevur nú funnið annan hátt at fáa pening til vega.
Tað er eitt inngjaldskort, ið verður lagt í postkassarnar.