Fleiri altjóða miðlar skriva, at Pentagon nú hevur leysgivið tríggjar sonevndar UFO-upptøkur. Á hesum upptøkum síggjast ókend flúgvandi fyribrigdi.
Jónfinn Stenberg hevur stóran áhuga í UFO-fyribrigdinum. Hann er annar verturin í poddvarprøðini, UFO-kjallarin. Hin verturin vil vera dulnevndur.
Í samrøðu við morgunsendingina siga teir sína hugsan um upptøkurnar, sum nú eru almennar.
Tað mest áhugaverda við teimum, er, at amerikanska stjórnin nú viðurkennir, at upptøkurnar eru til, og at tað ikki ber til at staðfesta, hvat sæst á teimum.