Henda avgerðin kom óvart á meg, sigur Svein Rógvi Nielsen Ljósstein.
Hann var sjálvur klárur at taka enn eitt tørn við Orminum langa.
Í gjár gjørdist greitt, at kappróðurin ikki verður í summar.
Tað kann hugsast, at tað ikki verður so lætt at manna bátarnar næstar ár, heldur royndi rógvarin.
Um rógvarar royna aðrar ítróttargreinir, er eingin trygd fyri, at tey koma aftur.
Koronaráðgevingin metir ikki, at tað er møguligt at rógva kapp á tryggan hátt út frá einum heilsufrøðiligum sjónarmiði í koronatíðum.