- Tað var kona mín, Anna Iachino, ið fekk hugskotið, sigur Arnold Ludvig.
Tey bæði búðu í fleiri ár í Keypmannahavn, og har plagdu tey at vitja tílík tiltøk.
Tá tey fluttu til Føroya var avgjørt at royna tað her eisini.
Tað var heldur tvørligt at byrja við, at fáa fólk á pallin, men so við og við bleiv lættari.
Fleiri ungir spírar hava stigið síni fyrstu fet á Open Mic/Open Stage-pallinum, vísir Arnold Ludvig á.
Vit leggja dent á, at tað ikki er so farligt, um tað kiksar. Tað týdningarmesta er, at fólk sleppa at royna seg, sigur hann.