Heri Simonsen hevur verið virkin á føroyska undirhaldspallinum í nógv ár.
Leingi var tað serliga hermingina, ið fólk settu í samband við hann.
Hann heldur, at tað vóru nógv fleiri originalar fyrr.
Nú skapa fólk originalitet í listini, men sum persónar eru fólk vorðin meira eins.
Tí fæst hann ikki so nógv við at herma eftir nýggjum røddum.
Eg eri blivin rættiliga afturlítandi, viðgongur hann.
Í morgunsendingini fingu vit loyvi at spæla eina frásagnar- og hermiframførslu, sum Heri Simonsen hevði á Reinsarínum í Havn á eldradegnum í fjør.