Tað blíva nógv fleiri pastoralar uppgávur, ásannar Marjun Lómaklett.
Tú merkir væl, at fleiri kenna seg ótrygg og nøkur eru óttafull og hava tørv á at koma á tal við prest.
Marjun Lómaklett sigur, at tað kennist heldur løgið, tá tú hevur fyrireikað teg til stóra familjugudstænastu, at saðla um og gera tað heilt øðrvísi.
Eisini jarðarferðir verða ávirkaðar av støðuni.
Í tí sambandi var ljóðstroymt frá jarðarferð í Christianskirkjuni, og tað vóru fólk ógvuliga fegin um.