Norðlýsið, sum er teknað og bygt í Føroyum, verður 75 ár, tann 5. mai.
Skipið var handað eigarunum á sjálvum degnum, tá Seinni heimsbardagi endaði í 1945.
Í hesum døgum er skipið á beding.
Viðlíkahald, umvælingar og ábøtur skulu fremjast, áðrenn skonnartin aftur fer undir sítt virksemi.
Frank Djurhus Jakobsen er stjóri í felagnum, sum rekur Norðlýsið.
Skipið verður nútímansgjørt, men vit leggja okkum eftir at varðveita so nógv av tí gamla, sum gjørligt, sigur stjórin, tí Norðlýsið hevur stórt kensluvirðið.