Tað er ein áhugabólkur, sum ger fyrireikandi arbeiðið.
Vinjard Magnussen, limur í áhugabólkinum, sigur, at fyrireikingarnar ganga væl.
Fleiri hava søkt um upptøku, men enn mangla nakrir næmingar, fyri at røkka tað talið, sum krevst, fyri at skúlin kann byrja at virka.
Freistin at søkja er hálvan apríl, og tey, ið varða av, hava góðar vónir um, at tað fer at eydnast.
Vinjard Magnussen vísir á, at skúlin leggur seg eftir at geva komandi ættarliðum eitt kristið holistiskt lívsgrundarlag.