Fríggjadagin var stór hátíðarløta í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum, tá Niels Danielsen, portørur, fekk Dronningens Fortjenestemedalju fyri at hava verið í starvi í samfull 40 ár.
Eg eri innandura og fáist mest við at trilla sengur, sigur portørurin.
Av tí sama er hann ofta í lyftini, og har kemur hann í samband við nógv fólk.
Eg vænti, at fólk, sum koma á Landssjúkrahúsið, vita, hvør eg eri, sigur hann brosandi.
Niels Danielsen heldur, at umstøðurnar á Landssjúkrahúsinum eru ok, og hann fegnast um at hava ógvuliga góðar starvsfelagar.