Bergur Danielsen, nevndarformaður hjá náttarravnunum í Havn, ásannar, at tey eru vorðin ov fá.
Tá náttarravnarnir fara í býin, ganga tey altíð trý saman og helst bæði kyn.
Støðan í dag er tó tann, at tað næstan bara eru kvinnur, ið eru í felagnum.
Formaðurin vónar, at tað fer at eydnast felagnum at fáa fleiri limir.
Tey flestu, sum eru við í dag, hava gjørt tað í nógv ár.
At vera millum tey ungu, fáa eitt gott prát og fríska luft er tað, sum ger, at fólk hava hug til hetta, heldur formaðurin.