- Eru vit fleiri, sum liva í parlagi, har vit eiga tíni, míni og kanska eisini okkara børn, sum kundu hugsað okkum, at fingið ráðgeving til tær avbjóðingar, sum av og á kunnu stinga seg upp hesum viðvíkjandi?
Soleiðis spyr Brynhild Bláhamar á sínum facebook-vanga.
At liva í samanfluttari familju er ikki óvanligt í dag.
Tað eru nógv atlit at taka, tá fleiri nýggj fólk koma í familjuna, og ofta kann tað vera trupult at fóta sær, heldur Brynhild Bláhamar.
Í tí sambandi ætlar hon at fáa sálarfrøðing til Føroya at hjálpa pørum, ið eru í slíkum støðum.