Hagtølini vísa, at vøggudeyði er ógvuliga sjáldsamur í dag.
Hóast tað, er hetta eitt evni, sum foreldur at pinkubørnunum hugsa nógv um.
Tað, sum serliga hevur munað, er, at foreldur eru farin frá at leggja børnini at sova á búkinum til at leggja tey á ryggin.
Annað, ið hevur flutt hagtølini rætta vegin, er, at tað ikki verður roykt, har børn eru, og at børnini ikki eru ov heit, tá tey sova.
Tá talan er um vøggudeyða, kann eingin nágreinilig deyðsorsøk ávísast.