Í annaðkvøld kann Sarah Mahfoud blíva heimsmeistari í boksing.
Kvinnan, sum hevur mammu úr Vestmanna, fer í ringin at dystast ímóti argentiska IBF heimsmeistaranum, Brenda Carabajal.
Mahfoud hevur vant knallhart seinastu vikurnar.
Royndi venjarin, Sherman Williams, hevur lagt lag á.
Vit hava gjørt smávegis broytingar í mínum stíli, sigur hon.
Tað er ávísur munur á, tá tú fert frá amatør- til yrkisboksing.
Sløgini eru færri og harðari, og tú mást verja teg betur, vísir Sarah Mahfoud á.