- Tað er ófatiligt, at tað hevur borið til, sigur Preben Hansen, nevndarformaður í Lindini. 1,7 miljónir skulu til rakstur á hvørjum ári.
Kristiliga útvarpsrásin hevur nú sent í 20 ár, og tað er við góðum treysti, at hildið verður fram.
Skráin er heilt øðrvísi í dag í mun til fyri 20 árum síðani, og vit hava fleiri góð hugskot at brúka í framtíðini, sigur Preben Hansen.
Tór Arni Samuelsen, ið er einasti personur í fulltíðarstarvi á rásini, sigur, at fleiri enn 50 fólk eru knýtt at Lindini. Tey flestu arbeiða púra sjálvboðið.