Annika Weihe, sjúklingavegleiðari, sigur, at tað ikki altíð er gjørligt hjá teimum, ið koma til Danmarkar í sjúkraørindum, at hava egnan fylgjara við.
Tí verður nú søkt eftir sjálvbodnum, ið hava hug at vera fylgjarar.
Sjúklingavegleiðarin vísir á, at tey, sum blíva fylgjarar, kortini ikki skulu vera við samrøðum við lækna og onnur heilsustarvsfólk.
Tað snýr seg um at fylgja sjúklinginum á sjúkrahúsið og heim aftur.