Síðsta hósmorgun, stutt fyri klokkan hálvgum seks, fóru brøðurnir Atli og Henry Petersen til gongu úr Fuglafirði.
Málið var at ganga allan vegin til Havnar.
Góðar 12 tímar seinni komu teir til høvuðsstaðin.
Tá vóru teir útlúgvaðir og beinfrystir, men tað var avgjørt stríðið vert, eru teir báðir samdir um.
Eitt er, at tá tú gongur so leingi, verður nógv sagt, ið tú annars ikki hevði borið fram.
Harumframt fært tú ómetaliga stórar náttúruupplivingarnar.
Teir vóna, at hetta eggjar øðrum til at royna líknandi túrar.