Myndir, sum hava staðið til framsýningar hjá FotoStudio í Havn, verða nú ruddaðar burtur
Tað merkir, at fólk, sum eru á myndunum, ella eitt nú eiga børn, ið er avmyndað, kunnu fáa myndirnar ókeypis.
Morgunsendingin skiftir orð við Per á Hædd, sum sjálvur hevur tikið meginpartin av myndunum.
Elstu myndirnar eru áleið 25 ára gamlar.
Tað er áhugavert at síggja, tí at tá var tøknin ein heilt onnur.
Alt var analog, og tá var ikki gjørligt at fremja allar tær broytingar, sum kunnu gerast í dag.
Tá tú trýsti á knøttin, skuldi myndin vera í lagi.