Súsanna Krossteig Hansen, vanliga nevnd Ussa, hevur síðan hon var ung genta verið tilknýtt hondbóltsfelagnum, Kyndli.
Serliga hevur hon brúkt óteljandi tímar til sjálvboðið arbeiði til gagns fyri felagið.
- Tað hevur alstóran týdning at fólk knýtt at feløgum kring landið hjálpa til, uttan at fáa nakað afturfyri, tí tað ber slett ikki til uttan, sigur Ussa.
Hondbólturin fyllir nógv í heiminum hjá Ussu. Báðar døtrarnar spæla við bestu deildini hjá Kyndli og eru á kvinnulandsliðnum, umframt at maður hennara, Andreas, er venjari hjá KÍF.