Janus Rasmussen er møguliga tað nærmasta vit koma einum rættiligum jólamanni. Hann er nevnliga útberingarleiðari á Posta, og hevur tískil ábyrgd av, at føroyingar fáa sínar jólapakkar.
- Tað er typiskt tær síðstu tvær vikurnar fram til jólar, at alt hendir. Fólk varnast knappliga, at nú er jól. Tað er sum við hálkuni - hon kemur altíð óvart á. So tá er altíð nógv at gera, sigur Janus.
Eisini eru sera nógv brøv frá børnum til jólamannin. Hesi brøvini verða goymd og møguliga fer onkur, sum hevur áhugað fyri slíkum at gera eitt jólasavn, har brøvini kunnu sýnast fram.