Marita Thomsen er útbúgvin simultantulkur og týðari, og hon tulkar sum oftast bæði úr enskum ella til enskt og úr sponskum ella til spanskt.
Harafturat tulkar hon úr føroyskum, donskum, norskum, svenskum og fronskum.
Hetta er krevjandi arbeiði, sum fer fram í Brússel, Strassburg, Geneve og Luksemburg.
Simultantulkar til enskt og spanskt
Í innslagnum hoyra vit tvey dømi, har Marita simultantulkar brot, sum vit hava funnið fram til hennara.