Reglurnar snúgva seg um, at pláss skal vera fyri, at fólk lata vera við at drekka til eitt jólaborðhald, og at henda avgerð verður vird.
- Orsøkirnar til, at fólk velja, at lata vera við at drekka júst hetta kvøldið, kunnu vera so nógvar, og tá er tað ikki serliga hugaligt, at øll spyrja, hví tey ikki drekka, og um tey eru vís í, at tey ikki vilja hava ein lítlan.
Soleiðis sigur Lív Justinussen, sum er samskipari á fyribyrgingardeildini hjá Bláa Krossi Føroya, sum saman við Beintu Atladóttir vitjaðu í útvarpsstovuni.