Returvatnið frá sjóhitaskipanini er kaldari, tá ið tað rennur frá hitaskipanini, og er tá stutt til tað frystir. Skipaninn var sett til hósdagin, og so skuldi skoytubreytin verið klár hjá øllum at brúka leygardagin seinnapartin, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, við morgunsendingina.
Ein, sum fyrr skoytaði nógv í gøtunum í Klaksvík, er Marjun Lómaklett. Hon segði við morgunsendingina, at hon gleðir seg til breytin letur upp, so hon kann royna síni skoytikynstur aftur.