Vitanin um sjósíl í føroyskum vøtnum og sjógvi er sera avmarkað. Fiskaaling, saman við Havbúnaðarfelagnum, er tí farið undir eina verkætlan sum liður í arbeiðinum at fáa grundleggjandi vitan um sjósíl til vega.
Fólk, íð hjálptu til við kanningini, við at lata rosluroyndir og annað tilfar til Fiskaaling, luttaka í kapping um at vinna 10.000 krónur.
Kirstin Eliasen, deildarleiðari og granskari á Fiskaaling og Ernst Olsen, samskipari, eru í útvarpsstovuni.