Vit fáa eitt prát við Ronju J. Joensen, sum hevur stovnað eitt tiltak á Facebook, har øll kunnu vera við.
Rørslu jólakalendarin 2019 eitur tiltakið, sum fleiri enn 1.300 føroyingar hava teknað seg til.
Rørslu jólakalendarin virkar á tann hátt, at tú hvønn dag fært eina venjing at gera heima. Ronja vísir tær í einum sjónbandabroti, hvussu tú skalt gera, og hvussu leingi venjast skal.
Vit fingu eitt prát við Ronju H. Joensen um kalendaran, og um, hvussu nógvar karamellur og kleynur tú kanst eta, eftir at tú hevur vant.