Saman við bryggjarínum, Okkara, eru Eva úr Dímun og Jógvan Jón Petersen av Dímunargarðinum, farin undir hesa framleiðsluna av rótabryggj.
Talan er um eitt árgangsbryggj úr rótakáli úr Dímun, sum tey hava valt at kalla Mai eftir kálinum hvíta-mai ella mai-rót.
Styrkin á Mai er 14 prosent, og sermerkt er, at hetta hóskar seg bæði væl til ræstan mat og ymisk sløg av fiski - enntá til sushi.
Mai kemur á hillarnar í Rúsuni í dag. Ein fløska kostar 285,- krónur.