At møta stundisliga er ikki nakað, sum vit øll ganga høgt uppí. Summi vilja altíð vera í góðari tíð, meðan onnur ikki halda tað vera so farligt, um mann møtir fimm minuttir yvir.
Marin Vang hevur drúgvar royndir sum stjóri, og hon undirvísir í leiðslu. Í sínari undirvísing brúkar hon eina persónskanning, sum tekur støði í læruni frá C. G. Jung.
Hon sigur, at hóast tað ikki ber til at generalisera, so kann ein slík persónskanning geva ábendingar um, hvønn atburð mann velur at taka framum.