Dann Thorleifsson og Arne Leivsgard, keyptu herfyri ein málning, sum teir eftir ætlan skuldu klippa sundur í skivur, til at brúka sum bakvegg í urum, ið teir ætlandi skulu undir at framleiða. Tað er tó ikki vist, um tað nakrantíð kann gerast ein veruleiki, tí danski listamaðurin, Tal R, ið hevur gjørt málningin, hevur stevnt føroyingarnar fyri at gera seg inn á sítt listaverk.
Hesum eru Dann og Arne ósamdir í. Teir vilja vera við, at teir geva listaverkinum eitt nýtt lív og at við list ber til at flyta mørk.
Føroyingarnir skulu í rættin hósdagin 21. november.