At øll verkini á eini málningaframsýning eru seld bara sjey minuttir eftir, at framsýnigin læt upp, man vera ógvuliga sjáldsamt.
Men hetta upplivdi Heðin Kambsdal, tá framsýning hansara í Glyvra kirkju læt upp sunnukvøldið, 27. oktober.
Tað er ógvuliga hugaligt, sigur Heðin Kamsdal.
Jólini eru tema á hesi framsýning.
Seyðamaðurin er á eini mynd, pávin sæst sitandi í føroyskum landslagi á eini aðrari, og eisini er Margretha Drotning umboðað.
Hana dámar mær væl at mála, sigur Heðin Kambsdal.