Ejler Eysturtún og Barbara Jacobsen, bólkaleiðarar, vitja morgunsendingina.
Tey vísa á, at samrøðubólkarnir hava til endamáls at geva børnum høvi at tosa við onnur børn, sum eru í somu støðu sum tey.
Uttan mun til um foreldur, ið ikki liva saman, hava nógvar ósemjur, ella um samstarvið millum foreldrini er gott, kunnu børn teirra hava nógvar spurningar og kenslur, ið tey kanska ikki tosa um í gerandisdegnum.
Í samrøðubólki fáa børnini høvi at seta orð á hesar tankar og kenslur.
Børnini verða býtt í bólkar eftir aldri, við tvey til trý ára aldursmuni.