Eftir góð 30 ár letur Neystið í Skálavík aftur.
Í Neystinum kundu fólk keypa gerandisvørur, góðgæti og grill, men nú gevst handilin, sum er einasti av sínum slagi í bygdini.
Elisabeth Myllhamar, ið er ímyndin av Neystinum, sigur, at nú hon er blivin 70 ár, er tíðin komin at gevast.
Hon hevur arbeitt í handlinum í góð 30 ár, og fyri tað mesta hevur hon sjálv staðið aftanfyri handisldiskin.
- Tað er ikki grundarlag fyri at løna øðrum starvsfólki, sigur hon.