Merkir seyður pínu? Hvussu handfara vit seyðin í fjøllunum og í slakti? Hvat sigur djóravælferðarlógin um djór, sum skulu avlívast?
Hesir vóru nakrir av spurningunum, sum vit umrøddu í morgunsendingini saman við Lars Mohr Nielsen, djóralækna, og Sigert Patursson, formanni í Bóndafelagnum.
- Tað er hvørki rætt ella loyvt at svæva seyð, uttan at hava doyvt hann frammanundan. Tað eru teir báðir, Lars og Sigert, á einum máli um.
Heilsufrøðiliga starvsstovan vísir eisini á, at ullin er ikki eitt hondtak, tí seyður følir pínu, akkurát sum vit.