Í summar hittust Halda S.Hansen og hundurin Milo fyrstu ferð.
Halda sá eina mynd hjá Djóraverndarfelagnum á netinum, og tað var kærleiki við fyrsta eygnabrá.
Beinanveg tók eitt heilt serligt samband seg upp teirra millum.
Halda, sum áður hevur skrivað til børn, ung og eisini vaksin, fór undir at skriva dagbókina hjá Milo.
Hon legði stuttar gerandislýsingar út á sína rithøvundasíðu á facebook.
Tað er stuttligt, tí hvussu hugsar ein hundur, hugleiðir rithøvundurin. Hví pissar omman ikki bara úti, eins og Milo ger?