Heri Joensen, sangari og gittaristur í Týr, fegnaðist, tá hann fekk fyrispurningin um samstarvið við Føroya Symfoniorkestur.
Hetta havi leingi droymt um, leggur hann aftrat.
Nakrir fjepparar hjá bólkinum hava lomgu hoyrt um ætlanina, og teir lata væl at.
Uppgávan er risastór, leggur Poul Jákup Thomsen, formaður í Føroya Symfoniorkestri dent á.
Hann væntar, at fjepparar hjá TÝR fara at uppliva sterku megina frá einum heilum symfoniorkestri, og tey, sum vanliga lurta eftir klassiskum fáa eina nýggja uppliving.