Sigert Patursson, bóndi, er uppkallaður eftir oldurabbabeiggjanum.
Hann sigur, at føroyski ævintýrarin, eins og hini systkini, javnan var umrøddur heima hjá teimum.
Samtíðin hevði ilt við at góðtaka henda mannin, sum var so grundleggjandi øðrvísi enn fólk flest tá á døgum.
Hann ferðaðist um stóran part av knøttinum.
Eitt nú búði hann fleiri ár í Sibiria og skrivaði bók um forvitnisliga staðin. Bókin hjá Sigerti, Sibirien i vore dage, er nýliga útkomin í Russlandi.
Hon var almannakunngjørd á bókmentafestivali í Irkutsk.