- Treiskni kann vera gott í summum førum, men óbrúkligt í øðrum førum, men við teimum royndum, sum eg havi eftirhondini, haldi eg meg duga at skila ímillum, nær eg skal vera treiskur og nær eg ikki skal vera tað.
Tað sigur landstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, sum er farin undir sítt fjórða skeið sum fiskivinnumálaráðharri.
Sjálvur heldur hann ikki, at tað er ein sjálvfylgja, at tað varð júst hann, sum skuldi verða fiskimálaráðharri.