Glycogen Storage Disease, stytt GSD, er ein ógvuliga sjáldsom sjúka.
Páll Rói Poulsen og Kitty Madsen eiga tvey børn, Hervør og André, sum hava fingið staðfest GSD.
Tað tók drúgva tíð at finna út av, júst hvat bagdi, og hetta var ein ógvuliga frustrerandi og einslig tíð, siga foreldrini
Páll Rói Poulsen og Kitty Madsen siga, at sera fáir læknar kenna sjúkuna, men tað er ikki løgið, tí hon er bólkað at vera Ultra Rare Disease.
Í Danmark hava fimm fólk fingið staðfest GSD. Í Føroyum eru tey 18.