Í Føroyum hava vit nógv ymisk sløg av blomsturflugum, sum nógv fólk kalla fyri biir ella býflugur og tískil bæði ræðast og royna at drepa.
- Hetta er eitt dømi um, at skeiv málnýtsla er vandamikil - í hesum føri fyri blomsturflugurnar, sigur Elin Henriksen, málkøn.
Blomsturflugur eru ofta størri enn vespur, tær kunnu hava gular og svartar strípur, men stinga ikki.
- Vit eiga at ansa eftir teimum og geva teimum frið, tí vit hava ikki so nógvar, at vit kunnu loyva okkum at drepa tær av berari málsligari misskiljing, sigur Elin Henriksen og hevur hesi ráð: