Sign up to save your podcastsEmail addressPasswordRegisterOrContinue with GoogleAlready have an account? Log in here.
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggju... more
FAQs about Góðan morgun Føroyar:How many episodes does Góðan morgun Føroyar have?The podcast currently has 4,040 episodes available.
June 06, 2019Eydnudeildin á ferðÍ eitt ár hava umleið 10 børn vant hondbólt í høllini í Kollafirði á einum heilt serligum liði.Talan er um Eydnudeildina, sum er eitt hondbóltsfelag fyri børn, ið ikki megna at venja úti í teimum vanligu feløgunum.Í Danmark verður hetta felagið rópt Lykkeliga.– Hetta eru børn, sum øll onnur børn, og tað er umráðandi fyri tey at røra seg og vera við í einum felagsskapi, sigur Súsanna Eliassen, sum er forkvinna í Eydnudeildini í Føroyum og mamma 13 ára gamla Gutta Eliassen, sum er við á liðnum....more7minPlay
June 06, 2019– Sumt flýtur, og sumt søkkurFøroyski kvinnubúnin hevur aftur veruliga vunnið hevd. Ikki bara sum siðbundið stás til kvinnuna, men sum ein livandi búni, ið flytur seg við tíðini.Poulina Jóanesardóttir hevur um nakar verið ímyndin av nútíðargerðini av føroyska tjóðbúnanum.Framsýningin, Leitanin eftir føroyska litinum, verður í Öström í Havn á mentanarnáttini....more15minPlay
June 05, 2019Soleiðis gongur eitt fólkatingsval fyri segHvussu verður eitt fólkatingsval fyriskipað í Føroyum, hvat hendir sjálvan valdagin, og hvør kann velja?Tað greiðir Malan Johansen, forkvinna í Fólkatingsvalnevndini, frá.Valstøðini lata aftur til kl. 20 í kvøld, og tað er bara at hava sítt valkort við, tá farið verður at velja....more7minPlay
June 05, 2019Ole Wich ger list í VágiOle Wich er listamakari í Vági 2019. Eitt heiti, sum hann sjálvur brúkar.Hann hevur verið í Vági ein góðan mánað og hevur gjørt samstarv við Vágs Kommunu um at gera listaverk at prýða bygdina við.Hann hevur fingið stuðul frá Mentanargrunni Landsins til verkætlanina.Í mai mánaði hevur hann so búð og arbeitt í Vági. Hann hevur gjørt fleiri ymisk listaverk, sum eru at síggja ymsa staðni í bygdini.Í morgunsendingini greiddi Ole Wich frá verkætlanini, og Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, greiðir frá, hví tey hava gjørt eitt slíkt samstarv....more17minPlay
June 04, 2019Hárbókin er blivin veruleikiTað skuldi bara vera ein frisørbók, men tað bleiv til eina myndabók, ið snýr seg um hár, hársnið, list og føroysk landsløg.Kvinnan, sum hevur skrivað og gjørt hesa heldur øðrvísið føroysku bókina, Fríð, er hárfríðkanarkvinnan, Súsanna Køtlum.Í morgunsendingini greiddi hon frá um bókina, sum er tann fyrsta av sínum slag í føroyskum bókmentahøpi....more7minPlay
June 04, 2019Góðan morgun Føroyar 3. juni 2019Luttakarar: Petur Hans Dahl, Eyðvør Berg, Ulla undir Kletti og Sverre Sandberg Nielsen.Hoyr sendingina her....more2h 15minPlay
June 04, 2019Kurar eydnast hjá bert fimm prosentum- Tað snýr seg um at finna ein kur, ið hóskar til tín. Er kururin ov møtimikil, fer hann ongantíð at rigga eftir ætlan.Soleiðis sigur Toni Dam, sum er kostráðgevi og persónligur venjari.Í morgunsendingini greiddi hann frá um kurar, ið fólk royna fyri at lætna. Harafturat svaraði hann spurningum frá lurtarum....more36minPlay
May 29, 2019Eygleiðing á netinumTað eru fleiri, sum vilja vera við, at tá tey hava skrivað eini boð á internetinum til vinfólk um eitt nú ferðir til heitari lond, ja so síggjast lýsingar av júst umrødda ferðamálinum á heimasíðum, sum viðkomandi seinni vitjar.Facebook og Google hava váttað, at tey hava neyðugu tøknina til at eygleiða og at lurta eftir privatum samrøðum, men tey avvísa allar skuldsetingar um, at tøknin verður nýtt.Hoyr Hannes Gislason, útbúgvingarleiðari fyri KT verkfrøði á Setrinum og professari í kunningar- og samskiftistøkni, greiða frá....more22minPlay
May 29, 2019Færri siga seg verða happað í fólkaskúlanumKatrin av Kák, Olga Biskopstø og Erla Olsen á Fróðskaparsetrinum hava gjørt eina kanning um happing í fólkaskúlanum fyri Mentamálaráðið.Tvær kanningar eru gjørdar um happing áður, og nýggja kanningin vísir, at tað gongur rætta vegin, tí í dag eru færri næmingar, sum siga seg vera fyri happing, enn í hinum báðnum kanningunum.Í 2007 søgdu 15% seg vera fyri happing. Í 2015 var talið komið niður á 13%, og í dag eru 11%, sum kenna seg happað....more15minPlay
May 29, 2019Stórfingin útigudstænasta á SkarðiVit vóru bilsin av góðu undirtøkuni, sigur Marjun Lómaklett, prestur.Fólk komu úr øllum Føroyum at vera við í útigudstænastuni á Skarði.Tilsamans vóru fleiri enn 80 fólk.Yngsta var fimm ár, og tann elsti var 83.Tað tók áleið tríggjar tímar at ganga túrin til Skarðs.Umhvørvið er einastandandi vakurt, sigur Marjun Lómaklett.Hetta var ein stór uppliving bæði fyri prest og kirkjufólkið, eru tey samd um....more16minPlay
FAQs about Góðan morgun Føroyar:How many episodes does Góðan morgun Føroyar have?The podcast currently has 4,040 episodes available.