Í apríl læt Herborg Torkilsdóttir sín fyrsta sang úr Hondum. Lalala, sum hann eitur, hevur javnan verið at hoyrt í útvarpinum.
Nú er annar sangurin klárur, og hesin hevur eina heilt serstaka og rættiliga persónliga søgu.
Gudmundur Djurhuus hevði hoyrt tónleikin hjá Herborg. Hann var hugtikin og setti seg í samband við hana.
Hann bleiv skjótt umboðs fólk hjá Herborg, og tey samskiftu regluliga.
Eitt fríggjakvøld, tá tey tosaðu í telefon, greiddi Gudmundur Djurhuus frá, at kona hansara, Evi Tausen, var flutt til Danmarkar, tí hon vildi skiljast.