Tá hon var tannáringur, sang Anna Louisa Gaard, sum er uppvaksin í Skálafirði, í bólki.
Nakað eftir fóru limirnir hvør til sítt, og hon legði tónleikin á hillina fyribils.
Árini eftir var tað annað enn tónleikurin, ið fór við orkuni.
Anna Louisa Gaard bleiv mamma fyrstu ferð, tá hon var 20, og hon átti fjórða barnið, tá hon var 27.
Um somu tíð tók hon HF og bleiv Bachelor í sjúkrarøktarfrøði.
31 ára gomul fekk hon gittar í føðingardagsgávu frá manni sínum.
Hon lærdi seg at spæla, og hevur nú eisini skrivað fleiri sangir.