Í tvey ár hevur ein arbeiðsbólkur virkað fyri at fremja ein heilsustovn, ið kann veita eina heildarætlan.
Tey, ið manna bólkin, eru Magni Mohr, PhD í Human Fysiologi, Guðrun Zachariasen, kommunulækni, Ára Rasmussen, kiropraktor, Tóra Petersen, sálarfrøðingur og Snorri Patursson, kostfrøðingur.
Hetta er grundbólkurin, men fleiri onur eru eisini knýtt at honum. Í alt eini 20 fólk, sigur Magni Mohr.
Ári Rasmussen, kiropraktor, vísir á, at hann er klinikari, og tí tekur hann ímóti fólki hvønn dag.