Sign up to save your podcastsEmail addressPasswordRegisterOrContinue with GoogleAlready have an account? Log in here.
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggju... more
FAQs about Góðan morgun Føroyar:How many episodes does Góðan morgun Føroyar have?The podcast currently has 4,040 episodes available.
May 03, 2019- Menn tíma ikki at sita hjá lækna og bíðaEr tað álvarsligt, so enda menn nokk við at fara til lækna, men er tað ikki nakað, sum teir føla er heilt so álvarsligt, so tíma menn ikki at fara til læknan. Tað halda Henrik Old og Halleluja Sofus.Í gjár varð sendingin "Teir váðafúsu menninir" víst í sjónvarpinum. Uni Arge og Jógvan Eli Dam hava gjørt sendingina, ið snýr seg um menn og heilsu.Sendingin vísti millum annað, at tveir út av trimum monnum viga ov nógv, menn liva styttri enn kvinnur og fara ikki líka ofta til lækna sum kvinnur....more31minPlay
May 03, 2019- Onkuntíð kenni eg ikki meg sjálva afturLea Kampmann og Eik Octobre hava skrivað tónleik saman, og nú verður møguleiki at uppliva tey bæði á palli.Í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í sambandi við norðurlendska átakið, Puls.Eg fari at spæla nakað av útgávuni Common Blue, men eisini verður ymiskt annað, sigur Lea Kampmann.Hon leggur aftrat, at hon kennir, at hon hevur flutt seg nógv. Somikið nógv, at hon ikki rættiliga kennir seg sjálva aftur í gomlu sangunum.Nýggja tilfari er meira poppkent og hevur hægri ferð....more14minPlay
May 02, 2019Luttaka og framleiða taka yvirTað eru tvey orð, sum verða oftari og oftari brúkt um orð, sum longu eru í føroyskum frammanundan. Tað eru orðini, luttaka og framleiða.Lurtari hevur skrivað til Málteigin um hesi orð, og her eru nøkur dømi:Framleiða alifisk heldur enn at ala Framleiða hoyggj ístaðin fyri at hoyggja Framleiða tíðindi heldur enn at skriva teySama støða ger seg galdandi, tá tað kemur til orðið, luttaka:...more35minPlay
May 02, 2019ÍSF fer at arbeiða fyri meiri javnstøðu í ítrottiÍSF hevur ynski um, at javnstøða millum kynini skal valda í mest møguligan mun. Í hesum sambandi tók aðalfundurin undir við uppskotinum frá starvsnevndini um javnstøðu í føroyskum ítrótti.ÍSF hevur sett sær sum mál, at í 2025 skal býtið millum kynini í einstøku nevndunum í minsta lagi verða 70/30, meðan tað í 2030 í minsta lagi skal verða 60/40.Fyri at arbeiða móti málinum um størri javnstøðu, hevur ÍSF gjørt kanning har hugt verður eftir, hvussu kynsbýtið í føroyskum ítrótti er í dag....more16minPlay
May 02, 2019Góðan morgun Føroyar 2. mai 2019Luttakarar: Jens Petur Brattalíð, Elin Heðinsdóttir Joensen, Gunn Ellefsen, Andrias Magnussen og Elin Henriksen.Hoyr sendingina her....more2h 16minPlay
May 02, 2019Høllin gevur leguhúsinum nýggjar møguleikarÍ longri tíð hevur verið arbeitt við at byggja Leguhúsið í Nesvík út.Leygardagin kundu tey loksins taka nýggju høllina í brúk, og tá varð skipað fyri stórum hátíðarhaldi, har fleiri enn 500 fólk komu á gott í Leguhúsinum, sum bleiv vígt í 1993.- Hetta gevur okkum nakrar heilt aðrar og nýggjar møguleikar, og eg vóni, at vit við hesi útbyggingini eisini kunnu víðka um okkara virksemið, soleiðis at fólk, sum annars ikki høvdu vitjað húsið, koma inn her, sigur Andrias Magnussen, sum er aðalskrivari í Kirkjuligu Heimamissiónini....more13minPlay
May 01, 2019Fegnast um viðurkenning frá FuglafrøðifelagnumTá Føroya Fuglafrøðifelag hevði aðalfund 27. apríl, vóru fimm fuglfrøðingar heiðraðir. Teir vóru Bergur Olsen, Aksal Poulsen, Erik Mortensen, Jens-Kjeld Jensen og Andrias Reinert.Í grundgevingini, fyri at lata Andriasi Reinert heiðurslønina, stendur soleiðis: Andrias Reinert er at kalla undangongumaður Bergur Olsen, og setti hann sjøtul á at kanna og ringmerkja føroyskan lomviga.Hetta førdi beinleiðis til, at fuglakanningarstøðin varð løgd aftrat Havrannsóknarstovuni og enn virkar í dag....more17minPlay
May 01, 2019Stjórastarvið hevur fylt alla tilveruna- Tá eg tók við starvinum sum stjóri á Háskúlanum fyri skjótt fimm árum síðani, roknaði eg við, at hetta var eitt átta til fýra arbeiði. Men tað kann eg so ásanna, at tað er tað avgjørt ikki.Orðini eigur Annfinnur Heinesen, sum tann 30. august í ár hevur sín seinasta arbeiðsdag sum stjóri á sjálvsognarstovninum Føroya Fólkaháskúli....more15minPlay
May 01, 2019– Fantastiskt at síggja filminÍ kvøld klokkan 19.30 sýnir filmsfelagið filmin "Fågelfångerens son" í Havnar Bio. Hetta er fyrsta almenna sýningin, og sjónleikarar eru komnir til Føroya í sambandi við frumframsýningina.Vígdis Hentze Bjørck er sera spent at vita, hvussu filmurin verður móttikin í Føroyum. Tey flestu kenna Vígdis sum dansara og koreograf, og hetta er fyrstu ferð, at hon er við í einum filmi.Vígdis flutti við familjuni til Føroya í tríggjar mánaðir í sambandi við upptøkurnar, og tað var ein fantastisk tíð, sigur hon....more8minPlay
FAQs about Góðan morgun Føroyar:How many episodes does Góðan morgun Føroyar have?The podcast currently has 4,040 episodes available.