Viviann Tórsdóttir fegnast um, at mamma hennara, sum fór alt ov tíðliga, hevur eina minnissíðu á Facebook. Eg vitji hana javnan, og tað er mær ein góður uggi, sigur hon.
Hóast talan nú er um eina minnisíðu, hava vit, sum eru vinir við hana, atgongd til alt tilfarið á síðuni, sigur Viviann Tórsdóttir.
Hon er fegin um møguleikan at vitja minnissíðuna, men heldur tað eisini vera gevandi at vitja á grøvini.
Í Føroyum er Facebook framvegis nógv tann størsti sosiali miðilin.